Puff Blusa
Troyggjan er bundin har niðri frá og upp. Sniðið á troyggjuni er sindur vítt við puff ermum. Ranglan er bara bundið á bulinum, tað vil siga at øll eyguni á ermuni verða bundin upp til rondina um hálsin, her verða eyguni tikin saman so erman fær eitt puff.
Rendurnar eru bundnar við einum tráði av Faerytale. Restin av troyggjuni er bundin við einum tráði av Faerytale saman við einum glimmurtráði.
Stokkastøddin er vegleiðandi, um bindifastleikin ikki passar brúka so størri ella minni stokka stødd.
Stødd: 2 (4) 6 (8) 10 (12)
Vídd: 58 (62) 66 (72) 76 (80) cm
Longd:35 (37) 39 (41) 43 mált mitt framman
Tógv: Faerytale 50 (100) 100 (100) 150 (150) g
Glimmurtráður uml. 100 (125) 150 (175) 200 (225) metur 4,5 og 6, Paillettes
Bindifastleiki: 10 cm = 14,5 eygu